Stuðul til “rekrutering”

Starvsnevndin í Skjótisamband hevur avsett pening til limafeløgini í SkF, at søkja til “rekrutering” av nýggjum limum (skjúttum).

Endamálið er, at fáa nýggjar skjúttar í Føroyum, og peningurin er ætlaður til venjara, skjótivegleiðing, limadagar, útgerð, tiltøk v.m. sum kunnu skapa nýggjar skjúttar í Føroyum.

Umsókn við frágreiðing um hvat stuðulin skal brúkast til, og krónuupphædd søkt verður um, skal sendast til skjotisamband@gmail.com

Umsóknin verður viðgjørd á fyrst komandi starvsnevndarfundi í SkF, og eftir tað fær umsøkjari svar um umsóknin er játta ella noktað.

Stuðulin verður fluttur limafelagnum, eftir at tiltakið hevur verðið. SkF kann krevja skjalprógv fyri útreiðslur í samband við tiltakið.